STÍF og Neistin fingu bæði tvey stig í tøttum dystum í fyrsta umfari.
(Mynd: Savnsmynd/Jens Kr. Vang)

Neistin og STÍF omaná í tøttum dystum

Agnar Frederiksen

17.09.2017 - 18:37

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Tveir dystir í fremstu deildini hjá monnum vórðu leiktir seinnapartin.

Í báðum dystunum var sera lítil munur. Í Kollafirði var Nestin á odda við tveimum í hálvleikinum, og tað endaði eisini við, at Neistamenn vunnu við tveimum málum. Tað er merkisvert, at Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði meira enn helvtina av málunum hjá heimaliðnum.

Á Skála var Kyndil á vitjan. Talan var um ein sera javnan dyst, har tað var eitt mál á muni í hálvleikinum, og har tað endaði við at STÍF vann við einum. Kyndil var á odda 24-21, tá átta minuttir vóru eftir, men so lukkaði verjan hjá STÍF fullkomiliga niður fyri Kyndli, og í seinasta minutti avgjørdi tíggju-máls skjútin Jóannes A. Prestá dystin fyri heimaliðið.

Neistin og STÍF fingu sostatt eina góða byrjan uppá kappingina. Saman við H71 hava hesi liðini nú tvey stig. H71 vann 30-25 í Klaksvík í gjár.

KÍF -  Neistin 27-29(12-14)

Toppskjúttar:
Hans Eli Sigurbjørnsson (KÍF) 14, Torkil Mørk Hentze (Neistin) 7

STÍF - Kyndil 25-24(15-14)

Topskjúttar: 
Jóannes A. Prestá(STÍF) 10, Bartal Klein Olsen, Høgni Klein Olsen, John í Innistovu(Kyndil) 5 mál hvør

Næsta umfar verður hóskvøldið.