NemID er nú tøkt sum app



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

29.05.2018 - 06:39

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Tað verður ikki longur neyðugt at ganga við lamineraða NemID-lyklakortinum uppiá sær longur, tí NemID er nú tøkt sum app, sum kann takast niður til snildfonir og teldlar.

Meiningin er tó ikki, at appin framyvir skal brúkast í staðin fyri lyklakortið, men skal heldur virka sum eitt ískoyti.

Tað er áhugafelagið hjá donsku bankunum, Finans Danmark, og Digitaliseringsstyrelsen, sum í gjár komu við NemID-appini til Android og Apple snildfonir.

Appin, sum eitur "NemID nøgleapp", kann opnast antin við einari fýratals-pinkotu, við fingramerki, Touch ID, ella Face ID. Tær fyrstu ferðirnar, mann opnar appina, skal mann hava NemID lyklakortið hjá sær og nýta brúkaranavnið og loyniorðið, sum mann vanliga brúkar til NemID.

Tá ið appin er tikin niður, og upplýsingarnir hjá einum eru innskrivaðir, tekur tað ein tíma, áðrenn mann sleppur at brúka appina av trygdarávum.