Mynd: EPA.

Nepal: 110 fólk doyðu í seinasta jarðskjálvtanum

Hallur av Rana

14.05.2015 - 16:40

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Fyrradagin rakti seinni jarðskjálvtin innan tvær vikur asiatiska landið Nepal. Fyrri jarðskjálvtin kravdi yvir 8.000 mannalív, og framdi stóran skaða á fleiri økir í landinum. Í dag upplýsa myndugleikarnir, at umleið 110 fólk eru deyð í seinasta jarðskjálvtanum. Tað skrivar amerikanska tíðindastovan CNN.

Sostatt er talið av deyðum í jarðskjálvtanum 128 fólk í alt. Umframt tey 110 deyðu í Nepal, so vórðu seytjan fólk dripin í Kina, meðan ein persónur doyði í India av jarðskjálvtanum, ið varð máldur til 7.3 á Richter-skalanum.

Ein talsmaður fyri løgregluna upplýsir, at umframt tey deyðu, so eru fleiri enn 2.500 fólk løstaði í náttúruvanlukkuni.