Av maður stendur í leivdunum av einum húsum. Mynd: EPA.

Nepal: 19 deyð og 981 løstað

Hallur av Rana

12.05.2015 - 16:14

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Ein harður jarðskjálvti rakti Nepal í morgun einans tvær vikur aftaná, at ein annar jarðskjálvti kravdi lívið av umleið 8.000 fólkum. Torført er at meta um hvønn skaða seinasti jarðskjálvtin hevur havt, men Reuters skrivar, at higartil siga myndugleikar at nítjan fólk eru deyð, meðan 981 eru løstaði.

Jarðskjálvtin varð máldur til at vera 7.3 á Richter-skalanum, og varð miðdepilin nærhendis Mount Everest. Jarðskjálvtin kundi merkjast í Nepal, Tibet, India og Bangladesj.

Eisini í India og Tibet hevur jarðskjálvtin kravt mannalív. Í India verður mett, at fimm persónar lótu lív í jarðskjálvtanum í morgun, meðan ein persónur doyði í Tibet.

Fyri tveimum vikum síðani hevði jarðskjálvtin álvarsligar avleiðingar fyri fleiri fjallaklintrarar, ið royndu at náa toppin á Mount Everest. Ongin er tó komin til skaða hesaferð, tí allir túrar upp á Mount Everest vórðu avlýstir aftaná síðsta jarðskjálvtan.