Børn úr Kathmandu ávegis í skúla í dag. (Mynd: epa.eu)

Nepal: Skúlarnir lata uppaftur

Beinta Poulsen

31.05.2015 - 20:56

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Fleiri túsund skúlar vórðu oyðilagdir í apríl av jarðskjálvtunum, ið vóru í Nepal. Í dag opnaðu fleiri av teimum uppaftur, men tað verða eisini fleiri av teimum, sum ikki fara at lata uppaftur vegna ov stórum skaðum.

Meira enn 25.000 skúlastovur vórðu oyðilagdar í yvir 8.000 skúlum orsaka av jarðskjálvtunum. Eisini lótu fleiri enn 8000 fólk lív.

Eingin er reiðiliga komin heilt fyri seg aftur, og fleiri hava bert bygt fyribils heim og skýli við hjálp av tilfari sum bambus, træ og presendingum.

Í skúlunum sum lata uppaftur fara flokkarnir fyri fyrst at leggja dent á bólkahugna, sum møguliga kann hjálpa børnunum at sleppa av við minnini um skakandi tilburðin.

Skúlarnir lata uppaftur

Stjórnin í landinum lat allar skúlarnar aftur í økinum tætt við Kathmandu í mai, tí hetta var staðið, ið bleiv sera illa fyri aftaná vanlukkuna.

Fleiri túsund fólk gjørdust heimleys, og flest øll stríðast enn við at byggja lív sítt upp aftur av nýggjum.

Tey økini, ið vórðu ávirkaði mest, eru Gorkha, Sindhupalchok og Nuwakot, og sambært BBC eru meira enn 90 prosent av skúlunum har um leiðir oyðilagdir.

Stjórnin hevur ætlanir um at opna 15.000 bráðfeingis skúlar. Fleiri av hølunum fara at byggjast á ymsu fótbóltsvøllunum á sjálvum skúlunum, meðan skúlarnir sjálvir verða bygdir av nýggjum. Onkustaðni fer man at byggja hølir við lættasta tilfari sum til ber: træ, bambus og presending.

Skúladagarnir fara at verða stuttir, har dentur verður lagdur á at børnini sleppa at spæla saman, skrivar BBC.com.

Heili 1,2 milliónir børn úr Nepal millum 5-16 ár hava aldrin gingið í skúla.