Simon Kvamm

Nephew kemur saman aftur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

03.10.2017 - 11:11

Mentan > Tónleikur > Rútmiskur tónleikur

Danski rokkbólkurin Nephew boðar í dag frá, at hann kemur saman aftur eftir at limirnir hava virkað hvør sær í eina tíð.

Bólkurin hevur ikki givið konsertir síðan Smukfest í Skanderborg í 2014, men í dag varð so boðað frá tveimum stórum konsertum í Jyske Bank Boxen í Herning og Royal Arena á Amager um eitt ár, 5. og 6. oktober 2018.

Nephew hevur eitt serligt pláss í føroyska tónleikaheiminum. Eivør hevur sungið við á onkrum lagi hjá teimum, og teir hava fleiri ferðir vitjað G! festivalin í Gøtu við sera væleydnaðum framførslum, og hvørja ferð hevur karismatiski forsangarin, Simon Kvamm, gjørt vart við seg, at hann er gøtumaður, tí at abbi hansari var haðani og harvið eisini eftirnavnið, Kvamm. (Sí myndbandalag, upptikið í sambandi við G! Festivalin herundir)

- Vit kunnu ikki lata vera. Nephew er sum ein familja. Eftir at hava roynt okkurt annað, sakna vit nú at vera saman við familjuni aftur, sigur Simon Kvamm í dag við Gaffa í sambandi við tíðindini um at bólkurin kemur saman aftur.

Men tað verður í eitt sindur nýggjari uppstilling, tí ein nýggjur, sætti limur er komin upp í familjuna. Tað er tónleikarin og framleiðarin Marie Højlund, ið hevur gjørt vart við seg í orkestrinum Marybell Katastrophy.

Simon Kvamm hevur arbeitt saman við henni í samband við eina teaturkonsert á Aarhus Teater við gomlum háskúlasangum.

Síðani fyrsta fløgan hjá Nephew, USADSB kom út í 2004 hevur bólkurin selt yvir hálva millión fløgur, fingið 9 Danis Music Award-heiðurslønir, 13 Gaffa-heiðurslønir og 5 P3-Guld heiðurslønir. Umframt Nephew hevur Simon Kvamm eisini givið út plátur við Peter Sommer í bólkinum De Eneste To eins og hann í fjør gav út eina solofløgu.

Guittaristurin Kristian Riis og keyboardleikarin René Thalund hava givið nakrar stakfløgur út í ár í verkætlanini True Nord. Seinni í ár kemur fyrsta fløgan, og tá fara teir eisini á konsertferð.

Billettsølan til stóru Nephew konsertirnar um eitt ár, byrjar nú fríggjadagin.