Nes Sóknar Musikkfelag várkonsert mikukvøldið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

09.05.2017 - 21:25

Mentan > Mentan > Tónleikur
Árliga várkonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag verður í Løkshøll í Runavík mikukvøldið 10. mai kl. 20.00.

Skráin er fjølbroytt, og fer hornorkestrið m.a. at framføra tey trý løgini, sum orkestrið fer at spæla á musikkstevnuni, sum verður í Sørvági Dýra Biðidag 12. mai. Hesi eru Castell Caerdydd, The Acrobat (Hans Jákup Abrahamsen spælir trombon solo) og Land of My Fathers.

Eisini fara Kenneth Jones, trompet, og Súsanna H. Olsen, trompet, at spæla nøkur løg. Birgitte Schnakenburg, flygul, hevur fylgispælið.

Kenneth Jones stjórnar orkestrinum, sum telur eini 20 spælarar í øllum aldrum.

Tíðindaskriv frá Nes Sóknar Musikkfelag