Netflix: Hugdi eftir Bee Movie 317 ferðir í 2017



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

14.12.2017 - 17:40

Mentan > List > Filmslist

Netflix hevur kunngjørt Netflix-vanarnar hjá danskarum í 2017. Har sæst millum annað, at danskarar hugdi mest eftir filmum og filmsrøðum á Netflix 1. januar, og at nýggja sesongin av Stranger Things er tann sesongin, sum flestu danir einans nýttu 24 tímar at gera seg lidnan við.

Kanska mest margháttligt er, at ein dani hugdi eftir teknifilminum “Bee Movie” heili 317 ferðir í 2017.

Nú fortelur 19 ára gamla Emma úr Bogense, at tað nokk er hon, sum eigur hendan løgna heiður. Tað var í undirhaldssendingini Danskerbingo á P3, sum eftirlýsir danskarar, sum hana uppliva ella gjørt okkurt ávíst, at Emma fortaldi, at tað allarhelst var hon. Danskerbingo eftirlýsti í gjár persónin, sum hevði sæð Bee Movie 317 ferðir í 2017, og Emma ringdi inn.

Emma sigur at hon hyggur eftir filminum umleið hvørt kvøld. Hevur hon góða tíð um morgunin hyggur hon eisini tá.