Netflix hevur skjótt 100 milliónir haldarar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

18.04.2017 - 10:46

Mentan > Vinna & Tøkni > Miðlar

Stroymingartænastan Netflix heldur fram við at vaksa, og talið av haldarum, ið rinda fyri at síggja filmar og filmsrøðir tá tey hava hug, bara veksur.

Í roknskapinum fyri fyrsta ársfjórðing, ið varð kunngjørdur í gjár, kann lesast, at Netflix roknar við at runda haldara nummar 100.000.000 seinni í hesi vikuni.

Fyri einum ári hevði Netflix 81,5 milliónir haldarar, men tað koma alla tíðina nýggir – bæði í heimlandinum, USA, og kring allan heimin, skrivar Ritzau. Tað eru tó framvegis nógv flestir amerikanarar í haldaraskaranum, yvir 50 milliónir.

Haldarar kring heimin løgdu tilsamans 2,64 milliardir dollarar í kassan, svarandi til 18,5 milliardir krónur.

Á botnlinjuni vóru 178 milliónir dollarar eftir – meira enn seks ferðir so nógv, sum yvirskotið var um somu tíð í fjør. Tað var samstundis besti ársfjórðingur í søgu felagsins, og hin fyrsti, har altjóða parturin av fyritøkuni gav yvirskot.

Yvirskotið væntast at falla í øðrum ársfjórðingi, tí Netflix framvegis brúkar nógvar pengar til nýggjar sendingar.

Netflix-partabrævið er hækkað 19 prosent upp á eitt ár, men kursurin væntast at lækka nakað nú, tí íleggjarar høvdu væntað ein uppaftur størri vøkstur, skrivar Ritzau.

Netflix sæst nú í 190 londum.