Netflix hevur skrivað sáttmála við Obama



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

22.05.2018 - 18:14

Mentan > List > Filmslist

Barack Obama og kona hansara Michelle hava skrivað sáttmála við stóru stroymingartænastuna Netflix. Hjúnini skulu framleiða sendirøðir, heimildarfilmar og filmar til Netflix, sigur stroymingartænastan í tíðindaskrivi.

Netflix skrivar einki um nær fyrsta tilfarið frá fyrrverandi forsetanum í USA verður klárt.

Við nýggju avtaluni fær Obama góðan pall til sítt virksemi, nú hann ikki er forseti longur. Vanligt er at fyrrverandi forsetar halda fyrilestrar og skriva bøkur, men eingin teirra hevur havt sama møguleika at røkka út til fólk, sum Obama fær við nýggju avtaluni við Netflix, skrivar DR.

Barack Obama var í januar fyrsti gesturin í nýggj talkshowinum hjá David Letterman á Netflix.