Savnsmynd

Netflix hevur trupulleikar við svindlarum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

11.11.2017 - 12:09

Mentan >

Fleiri milliónir kundar hjá Netflix hava fingið teldupost við boðum um at endurbyrja teirra limaskap hjá Netflix.

Men tað er ikki Netflix, sum hevur sent teldupostin. Talan er um ein phising-teldupost, sum hevur til endamál, at snýta pengar frá fólki.

Svindlararnir brúka phising-teldupostin til at snýta persóns- og gjaldsupplýsingarnar frá fólki. Móttakarin av teldupostinum verður biðin um at skriva síni data ella senda pengar. Ofta geva svindlararnir seg út fyri at verða ein kend fyritøka, sum t.d. Netflix.