(Mynd: Jens Kr. Vang)

Nevndirnar valdar av nýggjum

Sverri Egholm

31.01.2018 - 18:44

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Á býráðsfundi á Tvøroyri í kvøld vóru nevndirnar valdar av nýggjum, tí Kristin Michelsen, borgarstjóri, hevur mist meirilutan í býráðnum.

Tað visti útvarpið í kvøld.

Allar nevndirnar eru skipaðar, og nýggi meirilutin í býráðnum meirlutan í nevndunum.

Í fíggjarnevndini var lutakast um triðja sessin. Kristin Michelsen er sum borgarstjóri føddur formaður í nevndini, men lutakast var um triðja sessin, tí tveir valbólkar eru um hann.

Lutakastið var millum Bjarna Hammer og Anitu Vibergsdóttir. Bjarni Hammer úr nýggja meirilutanum vann lutakastið, og hevur tí saman við Kristinu Roest meiriluta í fíggjarnevndini.

Hinar nevndirnar eru eisini skipaðar, og har hevur nýggi meirilutin í býráðnum meirlutan í nevndunum.