Mynd: EPA

New York: Ein deyður og 22 særd - bilførarin var helst ávirkaður



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

18.05.2017 - 19:43

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Ein maður er handtikin fyri at hava koyrt inn í mannamúgvu á Times Square í New York. Ein 18 ára gomul kvinna hevur latið lív eftir hendingina, og 13 ára gamla systir hennara er særd. 22 fólk eru særd og koyrd á sjúkrahúsið.

Seinastu tíðina hava fleiri yvirgangsálop við at koyra inn í mannamúgvur verið í evropeiskum býum, men her er ikki talan um yvirgang, skriva útlendskir miðlar.

Hinvegin er talan um promillukoyring, upplýsa keldur fyri CBS. Bilførarin er í 20’unum og er fyrr tikin fyri at koyra rúsaður. Sambært vitnum sum New York Post hevur tosað við, royndi maðurin at rýma frá staðnum og sló eisini ein løgreglumann áðrenn hann var handtikin.