Oljufeløg hava ábyrgdini av veðurlagsbroytingum, sum eisini hava rakt New York, sigur borgarstjórin í amerikanska stórbýnum. Mynd AP

New York saksøkir fimm oljufeløg



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

11.01.2018 - 13:02

Oljan >


Myndugleikarnir í amerikanska stórbýnum New York fara nú at saksøkja fimm av heimsins størstu oljufeløgum fyri teirra leiklut í veðurlagsbroytingunum. Hetta verður sagt at fara at kosta teimum milliardir av dollarum skriva Financial Times og AP. Feløgini eru BP, Chevron, ConocoPhillips, Exxon Mobil og Shell.

Borgarstjórin í New York, Bill de Blasio, sigur, at býurin hevur latið inn eina stevning av feløgunum fyri teir skaðar, sum tey hava ábyrgdina av. Hetta verður gjørt fyri  at verja fólkið í býnum móti avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum. Hann sigur eisini, at ætlanin er at seta nýggj mál fyri pensiónsgrunnarnar í býnum, sum í dag umsita 1177 mia. kr., og sum skulu lata frá sær aftur íløgur í fossila orku. Teir fimm pensiónsgrunnarnir í New York hava gjørt íløgur uppá 31 mia. kr. í 89 feløg, ið hava við fossiala brenniorku at gera.

”Vit taka upp stríðið um veðurlagsbroytingar beinleiðis við fossilu fyritøkurnar, sum kendu til avleiðingarnar og tí við vilja villeiddu almenningin fyri at verja sína inntøkur. Tá veðurlagsbroytingarnar halda fram og gerast enn verri, má tað vera upp til orkufeløgini at bera útreiðslurnar fyri at gera New York meira trygt og robust,” sigur Bill de Blasio.