Dagført: Neyðsendarakfør út á Argjar - falskur alarmur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

22.03.2018 - 11:46

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Fleiri brandbilar og neyðsendarakfør fóru fyri løtu síðan í útrykningi út í vesturbýin í Havn.

Talan var um falskan alarm

Tað var ein sjálvvirkandi skipan, ein sokallaður ABA-alarmur, sum boðaði frá eldi í einum bygningi úti á Argjum.

- Tá vit ikki fáa nærri boð, so senda vit øll akførini út, og tað gjørdu vit eisini í hesum førum. Men tað vísti seg at vera falskur alarmur, sigur vakthavandi á sløkkiliðsstøðini, sum ikki ynskir at upplýsa hvaðani á Argjum, alarmurin kom.