Føroyski hópurin móti Finlandi (Mynd: Pekka Rantakari)

Neyðugt var við broytingum, men nú er landsliðið sett

Niels Petersen

08.10.2015 - 09:15

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fimm broytingar eru á A-landsliðnum til dystin ímóti Ungarn samanborið við dystin móti Finnlandi, skrivar Kringvarpið.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sett liðið til dystin ímóti Ungarn.Miðvøllurin er heilt nýggjur, og eisini eru aðrar broytingar framdar.

At tríggir leikarar máttu avloysast vistu vit av, tí Brandur Olsen, Hallur Hansson og Fróði Benjaminsen hava allir leikbann. Í teirra stað koma Rógvi Baldvinsson, Rene S. Joensen og Róaldur Jacobsen. Harafturat byrja Kaj Leo í Bartalstovu og Viljormur Davidsen fyri Christian Lamhauge Holst og Gilla R. Sørensen.

Her er liðuppstillingin

Gunnar Nielsen - Málverji
Jónas T. Næs - Høgri bakkur
Viljormur Davidsen - Vinstri bakkur
Sonni Ragnar Nattestad - Miðverji
Atli Gregersen - Miðverji
Rógvi Baldvinsson - Verjukendur miðvøllur
Rene S. Joensen - Høgri miðvøllur
Kaj Leo í Bartalsstovu - Vinstri miðvøllur
Sølvi Vatnhamar - Sentralur miðvøllur
Róaldur Jakobsen - Álopssinnaður miðvøllur
Jóan Símun Edmundsson - Áleypari

Byrjað verður klokkan 19.30 og sjónvarpið vísir dystin