Neymar kundi ikki venja saman við liðfeløgunum í gjár
(Mynd: EPA)

Neymar fór haltandi frá venjing

Agnar Frederiksen

19.06.2018 - 19:30

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Í gjár hevði Brasila sína fyrstu venjing eftir heldur skuffandi dystin ímóti Sveis sunnudagin, har tað endaði við 1-1 javnleiki.

Venjingin var ikki so hendingafátøk. Næstan beinanvegin noyddist Neymar at fara úr venjingini, tí hann hevði so nógva pínu í øklinum. 

Stjørnuleikarin hjá PSG og Brasil breyt fótin fyri nøkrum mánaðum síðani, og sunnukvøldið vórðu tað gjørd 10 fríspørk ímóti honum. Hetta er tað hægsta talið hjá einum einstøkum leikara í HM-høpi í 20 ár.

Ein talsmaður hjá Brasila váttar, at Neymar hevði trupulleikar og fekk síðani viðgerð frá fysioterapeuti. Hann sigur eisini, at hann venur við sum valigt í morgin, so at tað burdi ikki verið ein trupulleiki til fríggjadagin, har Brasila skal spæla ímóti Kosta Rika.

Neymar hevði ikki sín besta dyst ímóti Sveis, men um hann ikki verður tøkur fríggjadagin, so er tað avgjørt ein smeitur fyri Brasilia.