(Mynd: EPA)

Neymar-handilin sprongdi øll met



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

07.08.2017 - 10:29

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað skulu nógvir pengar á borðið, tá tey størstu fótbóltsfeløgini keypa og selja spælarar sínámillum. Hetta vísti Paris St. Germain herfyri tá tey keyptu brasilska Neymar frá Barcelona.

Inflasjón er komin í prísin á heimsins bestu fótbóltsspælarum, prógvar handilin. PSG keypti Neymar fyri ikki minni enn 1,65 milliardir krónur.

Í fjør varð heimsins (nú) næstdýrasti leikari handlaður. Tað var Paul Pogba, sum Manchester United keypti frá Juventus. Men Neymar varð seldur fyri meira enn tað tvífalda av, hvat Pogba varð seldur fyri.

Á listanum yvir teir 10 størstu handlarnar í fótbóltssøguni er tann elsti handilin frá 2009. Stórspælarar sum Zenedina Zidane, Louis Figo og brasilski Ronaldo til Real Madrid eru sostatt ikki við á listanum.

Hetta eru teir 10 størstu handlarnir í fótbóltssøguni (í milliónum krónum):
1. Neymar frá Barcelona til PSG (2017) – 1.650
2. Paul Pogba frá Juventus til Manchester United (2016) – 780
3. Gareth Bale frá Tottenham til Real Madrid (2013) – 750
4. Cristiano Ronaldo frá Manchester United til Real Madrid (2009) – 699
5. Gonzalo Higuaín frá Napoli til Juventus (2016) – 669
6. Neymar frá Santos til Barcelona (2013) – 655
7. Romelu Lukaku frá Everton til Manchester United (2017) – 627
8. Luis Suarez frá Liverpool til Barcelona (2014) – 607
9. Ángel Di María frá Real Madrid til Manchester United (2014) – 557
10. James Rodríguez frá Monaco til Real Madrid (2014) – 550