(Mynd: AP)

Neyvan samband millum IS og gerningsmannin

Ingi Samuelsen

13.06.2016 - 07:55

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Maðurin, sum sunnudagin framdi eitt álop móti einum náttklubba fyri samkynd í Orlando í Florida, er nú eyðmerktur at vera Omar Mateen. 50 fólk lótu lív, og 53 fingu álvarsligan skaða.

Sambært fyrrverandi konu hansara, Sitora Yusufiy, hevði Omar Mateen einaferð eitt ynski um at gerast løgreglumaður, skrivar ABC News.

Hann var ongin lógbrótari, men fyrrverandi konan hevur sagt fyri Washington Post, at hann var sálarliga óstøðugur og var ofta harðligur móti henni meðan tey vóru gift frá 2009 til 2011.

Gerningsmaðurin doyði sjálvur undir skotbardaga við løgregluna. Hann var amerikanskur ríkisborgara av afghanskum uppruna. Hann búði í býnum Fort Pierce nærhendis Orlando, og arbeiddi hjá trygdarfelagnum G4S, og bar vápn í hesum sambandi, upplýsir felagið fyri Reuters.

Hann verður ikki lýstur sum serliga trúgvandi, men gekk tó til bøn í lokalu moskuna tríggjar-fýra ferðir um vikuna, ofta saman við soni sínum. Hann var ikki serliga sosialur, men vísti aldri tekin um harðskap, sigur imamurin í moskuni Syed Shafeeq Rahman, sambært NRK.

Marteen ringdi sjálvur til 911 undan álopinum fyri at fortelja, at hann var IS-viðhaldsmaður. Yvirgangsfelagsskapurin hevur eisini sagt seg hava ábyrgdina av álopinum á Pulse-náttklubban í Orlando.

Rahman, imamur, heldur tó ikki, at álopið og IS hava nakað við hvørt annað at gera. Talan er um eina gerð av einum manni við sálarligum trupulleikum, heldur hann.

Pápi gerningsmannin, Seddique Mir Mateen, hevur greitt frá, at ein samanhangur kann vera millum illgerðina og eina hending fyri nøkrum vikum síðani, tá sonurin sá tveir mans kyssast í Miami.

Herundir myndir av syrgjandi fólkum uttan fyri gerningsstaðið í Orlando