Nibali á veg í mál á La Planche des Belles Filles. Mynd: EPA

Nibali setti tingini upp á pláss

Ingi Samuelsen

14.07.2014 - 22:36

Ítróttur > Ítróttur > Súkkling

Tour de France súkklukappingin hevur verið óvanliga hendingarík í ár. Spenningurin er stórur longu áðrenn túrurin er komin til ta fyrru stóru fjallaketuna, Alpurnar.

Í dag var ein harður túrur í Vogesara-fjøllunum við máli uppi á La Planche des Belles Filles.

Stórhendingin í dag var tá spaniumaðurin Alberto Contador, liðskipari á Saco Tinkoff-liðinum datt, og seinni mátti gevast.

Men spenningurin var ikki av.

Italiumaðurin, Vincenzo Nibali, liðskipari á Astana-liðinum, brúkti dagin til at seta tingini upp á pláss. Eftir at hava súkklað í gulu troyggjuni í nakrar dagar, misti hann troyggjuna í gjár til fraklendingin Tony Gallopin.

Men Gallopin megnaði ikki at verja leiðsluna á harða teininum í dag. Vincenzo var skjótastur í høðru brekkuni upp móti málinum, og vann bæði dagsins kapping og endurvann gulu leiðslutroyggjuna.

Hann verður nú mettur at vera favorittur til eisini at vera klæddur í gulum, tá súkklararnir koma til Paris 27. juli.

Í morgin er hvílidagur í Tour de France-kappingini.