Niels Arge Galán

Niels Arge Galán: - Eg eri skáps kennyrogersfjeppari

Hallur av Rana

26.12.2014 - 00:28

Tíðindi > Mentan > Tónleikur

Seinastu dagarnir hava ymisk fólk kend úr føroyska tónleikaheiminum deilt tríggjar jólasangir við lesararnar hjá Portalinum.

Nú er túrurin so komin til oddamannin í bólkinum 200, Niels Arge Galán.

- Eg var so heppin, at eg var biðin at syngja til jólakonsert á Reinsarínum við Bjøllubandanum 18. desember. Tá fekk eg høvið at velja mær 3 jólasangir at framføra, so nú er lætt hjá mær at velja. Hesir tríggir eru teir somu, sum eg sang tá.

If I get home on christmas day – Elvis Presley
Eg veit ikki hvussu eg datt um hendan sangin. Eg kann hava hoyrt hann í útvarpinum. Men eg billi mær inn at hesin er nýliga „funnin” í upptøkum við Konginum og er síðani útgivin. Men eg havi ikki kannað tað. Hesin hevur alt. Tann góða 70arastílin, útsetingina og stemningin frá mínum yndiselvisárum.

Til ber at lurta eftir sanginum her.



I’ll be home for christmas – Perry Como
Hendan sangin hava nærum øll sungið. Eg havi ikki altíð kent hann so væl. Men tú finnur Sinatra, Elvis, Bing Crosby osfr. framføra hann. Einfaldur, vakur og cool. Perry Como er annars mín yndissangari fyri tíðina. Spell, at eingin syngur soleiðis longur.

Til ber at lurta eftir sanginum her.



The Greatest Gift of All – Kenny Rogers og Dolly Parton.
Eg eri skápskennyrogersfjeppari. Og hesin sangurin er deiliga dryppandi sukursøtur. Og so er Dolly eisini við og syngur duett. Eg slapp at syngja hendan saman við Lenu Anderssen. Tað var stórt!

Til ber at hoyra sangin her.

The Greatest Gift of All