Niels Juel Nattestad, stjóri í Effo (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Niels Juel Nattestad gevst sum stjóri í Effo

Sverri Egholm

13.03.2018 - 18:32

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Orka

Orkufelagið Effo søkir eftir stjóra við drúgvum vinnu- og leiðsluroyndum og evnum at ganga á odda.

Stjórin seinastu 22 árini, Niels Juel Nattestad, takkar fyri seg, og tí verður søkt eftir nýggjum stjóra. Niels Juel Nattestad verður knýttur at felagum sum ráðgevi eina tíð frameftir.

Í starvslýsingini stendur at “nýggi stjórin skal útinna løgdu kósina og vera við til at seta framtíðarkós felagsins”.

- Við tilvísing til nevndina fær stjórin ábyrgdina av dagligu leiðsluni í felagnum og teimum umleið 200 dugnaligu starvsfólkunum, sum starvast undir Effo-merkinum. Somuleiðis fær stjórin ábyrgdina av einum felag, sum umsetur fyri umleið 800 mió. krónur um árið, stendur í starvslýsingini.

Umsóknarfreistin til starvið er 6. apríl.



beint nú