Niels K. T. Jensen í Galerie Focus



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

11.10.2017 - 07:34

Mentan > List > Myndlist

Fríggjadagin letur ein framsýning við verkum hjá Niels K. T. Jensen upp í Galerie Focus í Lambagerði í Havn.

Niels K. T. Jensen, føddur 1965, býr í Tórshavn. Hann luttók fyrstu fer á Ólavsøkuframmsýningini 1995. Í 1996 sýndi hann fram í Smiðjuni í Lítluvík. Veturin 1996-97 var hann á klassiska tekniskúla á Ny Carlsberg Glyptotek.

Niels arbeiðir nógv við koli á krossvið og blandað tøkni á lørift, myndevnið er oftast fólk og andlitsmyndir.

- Tað er áhugavert, at arbeiða við klæði, ið hevur fast mynstur ímóti teimum meira organisku formunum í tekning og málingi, sigur Niels.

Framsýningin í Galerie Focus er opin til 25. oktober.