Niels Uni Dam

Niels Uni Dam gevst sum ummælari



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

13.06.2018 - 19:48

Mentan > Mentan > Tónleikur

Niels Uni Dam hevur ummælt føroyskan tónleik í næstan 28 ár, og seinastu 11 árini hevur hann verið fastur ummælari í sendingini Kvørnin. Nú boðar Niels Uni tó frá bloggi sínum, at hann hevur valt at takka fyri seg.

-Eg haldi stutt sagt ikki, at tað er líka stuttligt longur. At mítt arbeiðs- og privatlív fyllur nógv, og ikki letur nógv rúm eftir at ummæla í, spælir sjálvandi eisini inn. Tá eg samstundis veit, at væl skikkaði og dugnalig fólk eru har at føra sendingina víðari, so føli eg, at hetta er tíðspunktið at taka ein steðg.

Niels Uni sigur, at sum ummælari eigur mann tola nógv av, men tá kritikkur kemur frá fólki, sum mann hevur virðing fyri, skal mann lurta.

Men eg má eisini staðfesta, at har tykist at vera komin ein ávísur metaltroyttleiki millum mentanarlívið og meg sum ummælara. Fólk ilskast alsamt meira, og tað tekur fokus frá tí, ið átti at havt týdning, viðgerðin av tónleikinum.

Niels Uni hevur millum ár og dag ummælt í Jazztíðindum, í Sosialinum, í Dimmalætting, í Norðlýsinum og í Oyggjaskeggja, á portal.fo, pop.fo, planet.fo, á in.fo, á nordlysid.fo, á torsportal.fo og á nudlar.net, í Nærvarpinum í Keypmannahavn, á Rás 2 og ikki minst í Kringvarpinum. 

Hann sigur seg vóna, at onkur annar traðkar til nú tað tynnist í ummælarahópinum - kanska serliga onkur, sum er teoretiskt sterkur.