Eitt umfatandi koppsetingarátak er sett í verk í Nigeria (Mynd: EPA)

Nigeria hart rakt av meningitis


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

20.04.2017 - 09:36

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Afrikanska landið Nigeria er hart rakt av sjúkuni meningitis. Seinastu vikurnar eru 745 fólk doyð av sjúkuni, upplýsa myndugleikarnir í landinum.

Bert í hesi vikuni eru 300 fólk deyð, í síðstu vikuni var almenna talið av deyðum 489. Ringast stendur til í norðara parti av vesturafrikanska landinum. Seinastu fimm mánaðirnar eru 8.000 sjúkutilburðir skrásettir. Yvir 90 prosent av tilburðunum eru í teimum fimm norðastu landslutunum, skrivar Ritzau.

Tey flestu raktu eru børn, og tað hevur fingið myndugleikarnar til at fara undir eina umfatandi koppseting.

Tað eru ymsar bakteriur, ið eru orsøk til meningitis. Seks av hesum bakterium kunnu føra til umfarsótt.

Sjúkan smittar millum fólk umvegis host og njós. Sjúkan kann føra til lívhættisligan bruna í heilaserkinum og mønuni. Vanligu sjúkueyðkennini eru fepur, høvuðpína og stívur nakki.

Nigeria liggur í sonevnda ”meningitisbeltinum”, ið røkkur frá Senegal har vestri til Etiopia í eystri. Í hesum øki koma meningitistilburðir javnan fyri seg.

Stjórnin í Nigeria sigur, at hon nú fer at syrgja fyri, at fólkið í landinum fær meira vitan um vandamiklu sjúkuna.