Endaliga talið á deyðum og løstaðum er ikki greitt enn (Mynd: EPA)

Níggju deyð í München: Týski forsetin er skelkaður

Niels Petersen

22.07.2016 - 21:08

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Týski forsetin, Joachim Gauch sigur sambært Süddeutsche Zeitung, at hann er skelkaður av álopinum, sum drápsmenninir framdu í München í kvøld.

Nígginda líkið er nú funnið, og kannað verður í løtuni um, hvørt hesin er ein av gerningsmonnunum.

Týski ríkiskanslarin, Angela Merkel var á veg til Amerika at halda feriu, tá hon fekk boðini um ógvusliga álopið, og væntað verður, at ferian verður avbrotin, og at hon í skundi kemur aftur til Týsklands.

Løgreglan í Bayern fær góða hjálp frá starvsbrøðrum sínum í Hessen og aðrastaðni í nærumhvørvinum. Eisini er hjálp komin úr Eysturríki. Markið til Eysturríki er bert smáar 72 kilometrar frá suðurtýska býnum.