(Mynd: TV2 Norge)

Níggju menn revsaðir fyri at deila myndir av Noru Mørk

Oda Strøm

17.04.2018 - 11:55

Tíðindi > Ítróttur > Hondbóltur
Níggju menn hava fingið bót fyri at deila privatar myndir av norsku hondbóltsstjørnuni Noru Mørk, skrivar Nettavisen

Teir skulu gjalda bøtur ájóðandi 10.000-15.000 norskar krónur. Teir dømdu eru allir menn - bæði tannáringar og menn í 40unum. 

15 fólk vórðu meldað til løgregluna í september fyri at hava deilt myndirnar av Noru Mørk. Tvær sakir vórðu sleptar, men løgreglan kannar enn fýra mál.

- Tey, sum eru meldað, hava antin deilt myndirnar beinleiðis ella hava deilt leinkjur til síður, har myndirnar kundu deilast. Tey flestu høvdu deilt leinkjur, sigur løgregluadvokaturin Fredrik Borg Johannesen við Nettavisen.

Tað var í heyst, at fleiri myndir vórðu tiknar av telefonini hjá Noru Mørk. Tað hevði við sær, at hon ætlaði at gevast á hondbóltslandsliðnum, serliga tá tað frættist, at myndirnar vóru eisini komnar í hendurnar hjá norska landsliðnum hjá monnum. Norski landsliðsvenjarin, Thorir Hergeirsson, megnaði tó at fáa hana at vera verandi á landsliðnum.