Mynd: Bjartur Simun Erlingson

Níggju hirðar eru handtiknir og ein bátur tikin

Jógvan Hugo Gardar

31.08.2014 - 00:16

Tíðindi >

 Løgreglan váttar at níggju umboð fyri Sea Shepherd eru handtikin. Seks av teimum vóru á sandinum á Sandi, meðan trý vóru við einum skjóttgangandi báti.

- Vit hava handtikið seks umboð fyri Sea Shepherd á sandinum á Sandi. Tey royndu at reka hvalirnar útaftur við at kasta steinar á sjógv. Tey eru nú á veg til Havnar við tyrlu, sigur politimeistarin í Føroyum., Peter Thaysen.

Í løtuni roynir løgreglan at fáa tveir aðrar bátar hjá sea Shepherd at leggja at landi. Gera teir ikki tað, so fer løgreglan umborð og tekur teir.

- Harafturat hava vit tikið ein av teirra bátum, og har skulu vera trý fólk við. Vit royna eisini at fáa tveir aðrar bátar hjá Sea Shepherd at koma til lands. Gera teir ikki tað, so noyðast vit at fara umborð, sigur Thaysen.

Fleiri myndir eru á jn.fo