Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Níggju uppskot til aðru viðgerð í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

17.04.2018 - 10:11

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Bara aðru viðgerðir eru á skránni á tingfundinum, sum byrjar klokkan 11. Tað eru uppskot, sum hava verið í nevnd.

Millum annað er uppskot um landskassatrygd fyri at fáa oyggjaleikir til Føroyar og at nyggja eitt bú- og umlættingarheim í Tórshavn til børn og ung við autismu.

Eisini er framløga á skránni á tingfundinum í dag.

Á tingfundinum í morgin klokkan 11 eru munnligir fyrispurningar á skrá.