Niklas Simonsen: - Landsliðsdystir seta blóðið í kók

Sverri Egholm

10.01.2015 - 21:41

Ítróttur >

Dysturin endaði 21-21 eftir at støðan var 8-7 til grikkar í hálvleikinum.

Portalurin hevur fingið eina viðmerking frá Niklasi Simonsen um dystin í gjár.

- Dysturin var sera harður. Grikkarnir vóru í miðal bæði hægri og sterkari enn vit, so okkara einasta vápn var at vera snildari enn teir. Nógvir av monnunum fingu nógvar smekkir, og tað vóru heili 15 útvísingar tilsamans í dystinum. Men vit høvdu eina góðan geist og vilja, og vit kláraðu so at javna, sjálvt um vit høvdu ligið í afturpartinum mesta av dystinum, sigur Niklas.

- Eg eri væl nøgdur við javnleikin, serliga tí at vit vóru alvorligir "underdogs" áðrenn dystin. Vit høvdu tó væl kunnað vunnið dystin, tí vit vóru framman fyri við tveimum málum tá eini 5 minuttir vóru eftir. Men eg eri nøgdur við javnleikin óansæð.

Málmaðurin Niklas Simonsen hevði ein sera góðamn dyst og hevði 18 bjargingar og eitt bjargingaprosent uppá 47.

- Tað gekk væl hjá mær í dag. Eg var ikki so væl fyri um morgunin tann dagin, men nakrar tímar áðrenn dystin bleiv eg ordiligani tendraður. Eg kom væl frá byrjan og tók tvey straffir beinanvegin, og harfrá bleiv eg bara við. Verjan stóð eisini sera væl í dag, so eg fekk nógva hjálp.

- Tað er okkurt við landsliðsdystum, sum veruligani setur blóðið í kók hjá mær - soleiðis er tað sikkurt eisini hjá hinum.

- Vit eru allir sera fegnir um úrslitið, men vit kunnu ikki hugsa so nógv um tað beint nú, tí vit skulu fyrireika okkum til næsta dyst.

Hann sigur, at dysturin móti Serbia er torførari tí serbar eru bæði størri og sterkari enn grikkar og betri hondbóltsspælarar.

- Men vit fara at geva okkara besta og hopa tað heldur, sigur Niklas Simonsen at enda.

U21 landsliðið skal aftur í eldin klokkan 17 føroyska tíð, har teir spæla móti Serbia.

Les eisini: Helgi Hoydal: - Glaður fyri tað eina stigi
Les eisini: U21 fekk javnleik móti Grikkalandi