Niklas: - Tað verður trupult, men vónirnar eru góðar

Hanus Samró

06.03.2015 - 17:34

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Í samband við “Hondbóltssendingina,” ið verður víst á portal.fo, hava vit sett Niklasi Simonsen (VÍF) nakrar spurningar viðvíkjandi dystinum móti STÍF:

- Vónirnar eru góðar. Vit eru væl mannaðir. Eg verið ikki við, men burtursæð frá mær, so er allir leikararnir tøkir. Strandingar á heimavølli plaga at vera torførir at vinna ímóti. Men eg eri vísir í, at um vit spæla okkara spæl, fáa gongd í renningina, so skulu vit nokk taka sigurin við heim.

- Liðið hjá strandingum hevur nógvar kvikar og tekniskar spælarar. Tað hava vit eisini, so tað verður nokk ein dystur, sum hevur nógva ferð á. Eg vænti, at fleiri mál koma í dystinum, men móti endanum fara vit nokk at vera liðið, ið skorar mest.

Dysturin millum STÍF og VÍF verður leiktur í høllini á Skála sunnudagin 8. mars. Kl.16.00.