(Mynd: hellomagazine.com)

Nikolai prinsur gekk ’catwalk’ meðan abbin stóð undir børu

Ingi Samuelsen

20.02.2018 - 15:29

Tíðindi > Tíðindi > Kongalig

Nikolai prinsur, elsti sonur Joachim prins og fyrru konu hansara, Alexandra, gekk um vikuskiftið model fyri kendu mótafyritøkuna Burberry’s í London.

18 ára gamli Nikolai prinsur, sum nú roynir seg sum modell, var við á Burberry AW 18 Fasion Show, ið varð hildið í sambandi við mótavikuna í London. Hetta hendi meðan abbi hansara, Henrik prinsur stóð undir børu.

Netmiðilin hellomagazine.com skrivar, at prinsurin var í eini langari gyltari skjúrtu við sermerktum Burberry mynsti og koti, tá hann trein ’kettugonguna’ undir mótasýningini. Harumframt var hann í Burberry skóm og bar eina reyða tasku.

Danska tv2.dk skrivar, at uttan undirhaldsveiting – apanage – skal Nikolai prinsur nú sjálvur vinna sær uppihald, nú hann er farin um tey 18. Og modelarbeiði tykist kunna vera eitt gott íkast hjá unga prinsinum, sum til gerandis gongur á kostskúlanum í Herlufsholm.

Les eisini: 18 ár: Prinsurin skal sjálvur út og vinna til lívsins uppihald

Nikolai prinsur er ikki tann fyrsti kongaligi, sum roynir seg sum model. Tv2.dk skrivar, at fyri einum ári síðan royndi Lady Amelia Windsor, ið er 36. arvingin til bretsku trónuna, seg sum model fyri italska mótahúsið Dolce & Gabbana.