Nikolaos Kapnas til minnis

Minningarorð

27.12.2015 - 14:33

Tíðindi >

So fór Nikos eftir drúgvan bardaga við álvarsama sjúku, og vit ynskja, at hann má hvíla í friði.

Tað var í 1994-95 at okkara vegir skaraðust, tá tað litríka húskið Kapnas-Westerlund kom eitt royndarár til Føroya úr Belgia, har Nikos sat sum solobratsjistur í flamlendska útvarps- og sjónvarpsorkestrinum í Brússel.

Teimum dámdu væl í Føroyum, og eftir at vera loystur úr starvinum í Brússel, gjørdu tey í 1998 av at flyta við teimum trimum børnunum til Føroya at vera.

Hedvig var úr Finnlandi og tosaði svenskt við børnini, sum skiltu heili 4 mál og síðani fingu føroyskt og danskt aftrat.

Nikos var føddur í Tashkent í 1962, á háslættanum í Uzbekistan. Pápin var grikki og mamman russisk, og tú varnaðist beinanvegin, at Nikos kom úr einum fyri okkum eksotiskum umhvørvi, har fólk mussaðust tríggjar ferðir á kjálkan, tá ið tey møttust. Tá eg spurdi, um hetta hevði nakran serligan týdning, svaraði Nikos: Gud faðir, Guds sonur og Guds heilagi andi.

Nikos vaks upp í gamla Sovjettsamveldinum undir kalda krígnum, og hann hevði lítið gott at bera hesum risaveldi. Men ikki skarst burtur, at í viðføri hevði hann kulturin hjá tveimum orientalskum ríkjum: Russlandi og Grikkalandi.

Longu sum smádrongur í Tashkent sýndi Nikos frámúr musikkgávur, og her í Uzbekistan legðist grundarlagið undir hansara violinspæli. Tá hann var umleið 14 ára gamal flutti øll familjan til Grikkalands at búgva, og har kom hann beinanvegin inn á konservatorii í Thessaloniki sum næmingur hjá Cosmas Galileas. Seinri tók professarin Jerry Rubinstein yvir og leiddi hann víðari og inn í symfoniorkestur har. Familjan hevði tað smátt, og tí arbeiddi Nikos á náttklubba fyri at yvirliva.

Ungi drongurin hevði sera gott handalag til alt hondverk. Hann bygdi sína egnu bratsj, hann tók seinri hægri prógv í Antwerpen, og ein vinmaður fekk hann at læra til luthier, (ljóðføristeknikara).

Komin til Føroya fór hann at undirvísa í violinspæli á Musikkskúlanum, men í frítíðini dámdi honum væl at vera á floti, at kryvja fongin og skera flak. Eftir nøkur ár fór hann undir tað stóra takið at smíða síni egnu dreymahús á Velbastað.

Nakað dusinmenniskja var Nikos ikki. Hann fylti nógv, og tað suðurlendska temperamentið fornoktaði seg ikki. Nógv hevði hann at geva sínum næmingum, og altíð var hann fúsur at spæla til øll møgulig høvi. Hann stovnaði Biedermeier-Trio saman við starvsfeløgum, spældi strúkikvartett og kamartónleik, symfoniskan tónleik, spældi í samkomum og kirkjum og var uppi í øllum handa kórkonsertum. Fyrrárið fór hann til Danmarkar at læra seg profesionella klaverstemming.

Móti manni mínum, Kanny, var hann trúgvur sum trøllið. Undir langari sjúrkalegu kom hann at ugga og mata sjúklingin við jørðberum og víndrúum, og tá ið hoyrnin hjá Kanny eisini fór at bila, kom Nikos niðan sunnumorgnar at spæla duett saman við honum.

Tann fíni og ótrúligi klangur, hann fekk fram á sjálvt miðalgóðum instrumentum, fær meg at halda, at Føroyar hava mist nakað stórt og sjáldsamt við Nikosi.

Nú ið hann stendur undir børu jóladagarnar, renna farnir stuttligir jóladagar mær í huga. Í fleiri ár komu hann og Hedvig jólaaftan niðan við góðum víni og nýbakaðum svenskum “jólakransi”, sum angaði av safran og kaneli, og tá børn teirra vóru smá, fekk Kanny uppgávuna at vera jólamaður. Nikos kom niðan við klæðum og skeggi og læt hann í. Børnini lótu seg kortini ikki lumpa, men søgdu, at jólamaðurin var danskari, og at tey vistu hvør tað var.

Vit gjørdust eitt slag av abba og ommu hjá teimum, nú ið tey búðu so fjart frá sínum egna fólki.

Nú eru nógv ár farin. Tey fjølgávaðu børnini eru vaksin, og Kapnas-Westerlundfamiljan hevur fótað sær og fingið eitt føroyskt netverk og føroysk vinarløg. Góða Hedvig og børn. Nógv dýr minni eiga tit og vit um mann og pápa tykkara.

Farvæl Nikos. Tú fært tríggjar kinnkossar frá mær. Jesus fylgi tær.

Oddvør Johansen