Tveir av høvuðspersónunum handan Barnaheimið - Nikolina Højgaard Simonsen og Petur Højgaard Simonsen

- Nikolina var ein framskygd kvinna

Snorri Brend

26.09.2014 - 03:12

Tíðindi >

Kvøða til Nikolinu H. Simonsen í samband við bókaútgávu um Barnaheimið.

Skrivað hava tær tríggjarTove, Miriam og Majbeth:


Fríggjadagin 26/9 møtast nógv fyrrverandi barnaheimsbørn í KFUK.

Vit vera yvir 80 barnaheimsbørn, summi við familju, arbeiðsgentur og onnur viðkomandi, saman við gubba - Petur H. Simonsen, fyrrverandi leiðara á Føroya Barnaheimi.

Tá okkara barnaheim ikki er okkara heim meira, fara vit at halda tiltakið so nær barnaheiminum sum til ber, og tað er í KFUK, har hava vit eisini nógv góð minnir, tí allar genturnar vóru skótar, øll árini mamma og gubbi vóru har.

Men vit hava so sanniliga eisini góð minnir frá okkara barnaárum á Føroya Barnaheimi. Vit komu á Barnaheimið i trýssunum, og tað má sigast, at væl var ansa eftir okkum. Sjálvt um vit vóru nógv børn, so bleiv tað tikið sær sera væl av okkum.


FRAMSKYGD KVINNA
Mamma á Barnaheiminum, Nikolina Simonsen, var ein framskygd kvinna, sum saman við sínum starvsfólkum gav okkum tann uppvøkstur, vit høvdu brúk fyri:

Har var umsorgan, tryggleiki og reglar. Har vóru fastar rammur fyri, hvussu vit skuldu uppføra okkum. Klagaðu fólk um okkum, forsvaraði hon okkum altíð, men aftaná kundi hon skelda okkum, um vit ikki høvdu uppført okkum ordiligt.

Hon vildi ikki hava, at har skuldi setast ein fingur á barnaheimsbørnini. Vit skuldu skikka okkum ordiligt. So sjálvt um vit vóru nógv børn saman, so var har friðarligt, sum tað nú kann verða, tá so nógv børn eru samlaði á einum stað.

Um kvøldið klokkan 21 skuldi verða friður i húsinum, so tey smáu børnini kundu sova.

Reglusemið var eisini har. Tað var ein føst rutina: Altíð tveir rættir til døgurða, altíð upphitaður matur til nátturða, altíð breyð og mjólk um kvøldið, áðrenn vit skuldu i song. Leygardag og sunnudag fingu vit altíð nýbakaðar bollar. Hvønn dag til morgunmat fingu vit havragreyt, gularøtur, C-vitamin og livralýsi.

Áðrenn songartíð skuldu vit altíð vaska okkum og somuleiðis skuldu sokkarnar vaskast hvørt kvøld. Um morgunin skuldi luftast út á kamarinum og songin reiðast.


GENTUR GJØRDU REINT
Men eitt hildu vit verða so órættvíst. Altíð skuldu genturnar gera reint. Rudda upp aftaná nátturða, feia gólv í spísistovuni, trappurnar og gongirnar. Vit minnast ongantíð, at dreingirnar blivið bidnir um hetta. Men soleiðis vard tíðin tá.

Vit hava nokk heldur ikki tikið skaða av tí. Nei vit manglaðu onki. Vit høvdu kanska ikki tað besta, sum eitt barn kann ynskja sær, - tað at búgva heima hjá foreldrunum. Men so fingu vit tað næstbesta, sum kundi lata seg gera, og fyri summi børn var tað kanska tað besta.

Mamma á Barnaheiminum ansaði væl eftir okkum, vit kundu eisini altíð fara inn í Privat, sum var hennara íbúð, og altíð hevði hon tíð at tosa við okkum. Har vóru eisini hennara vikubløð, sum hon mangan leitaði eftir, tí onkur av okkum líka høvdu lánt tey.

Øll trý, mamma, gubbi og Elinborg vóru góð við okkum og góvu okkum tryggleika og umsorgan.

Men tá ið vit sum tannáringar skuldu eitthvørt, var lættari at spyrja gubba og Elinborg, enn at spyrja mammu. Tey skiltu betri tað yngra ættarliðið.

Glað vóru vit børn, at Petur H. Simonsen tók við sum leiðari á Barnaheiminum, aftaná Nikolinu.

Hóast hann hevði eitt gott starv, sum leiðari á handilsskúlanum í Havn, sum hann eisini var glaður 
fyri, valdu Petur og Elinborg at koyra lívsverkið hjá Mammu á Barnaheiminum víðari – og tað gjørdi tey gott.

Kitty, heilsusystirina, skulu vit eisini nevna. Hon ansaði væl eftir okkum og syrgdi fyri, at vit trivust á Barnaheiminum. Somuleiðis høvdu vit Katrinu, seymikonuna, sum var fantastiskt til at seyma klæðir til okkum, bøta ella at seyma klæðir um. Felags fyri tær báðar var, at tær eisini góvu okkum ein tryggleika.



FARIN TÍÐ
Har vóru nógvar arbeiðsgentur, sum vóru arbeiðssamar og fittar. Vit minnast tær enn. Tá ið vit, sum vaksin vóru farin frá Barnaheiminum, vóru vit altíð vælkomin at vitja aftur.

Øll árini vit sum børn búðu har, komu fyrrverandi barnaheimsbørn við familju heim til Føroyar/Havnini at ferðast og so komu tey niðan á Barnaheimið at vitja.

Hetta er farin tíð, tí okkara Barnaheim er ikki til meira, tað Barnaheim, sum Nikolina H. Simonsen stovnaði, og sum Petur Simonsen saman við Elingborg førdi víðari.

Vit vilja siga stóra takk til tin gubbi, at tú var so góður við okkum børn, og at tú hevði stóran umsorgan fyri okkum. Og tað gleðir okkum nógv, at kunnu samlast saman við tær i KFUK fríggjadagin t. 26/9.