Svenska akademiið (Mynd: DR)

Nobelheiðurslønin er undir trýsti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.06.2018 - 13:37

Tíðindi > List > Bókmentir

Ein svenskur persónur, sum er mitt í skandaluni, sum hevur rakt Svenska akademiið, verður ákærdur fyri at tvær neyðtøkur. Maðurin er partur av akademiinum, sum letur Nobelheiðurslønina í bókmentum.

Persónurin er ákærdur fyri tvær ferðir at hava neyðtikið eina kvinnu í Stokkhólmi í 2011. Løgreglan hevur avhoyrt kvinnuna, persónin, sum er undir illgruna og fleiri vitni.

- Mín meting er, at har er sterkt próvtilfar, so vit hava ákært viðkomandi, sigur ríkisákærin Christina Voigt.

Svenska akademiið hevur avgjørt, at Nobelheiðusrslønina í bókmentum ikki verður latin í ár, grundað av gøluni, skrivar DR.



beint nú