Mynd: Arni Nielsen

Nógv fólk í Hvalbiar skúla

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

09.06.2017 - 14:44

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Vanlukkur

Nógv fólk hava verið savnað ymsastaðni í Suðuroy eftir ógvusliga eldin í Varðanum Pelagic á Tvøroyri, kyknaði í morgun.

Arni Nielsen, sum starvast sum lærari á Hvalbiar skúla, sigur, at tað hava verið heilt nógv fólk í skúlanum í dag.

Stemningurin millum fólk er sjálvsagt ávirkaður av hendingini, serliga at byrja við, tí fólk eru ikki von við at slíkt hendir, sigur hann.

Hann sigur, at fólk eru skelkað, kedd og hørm um hendingina, men at tey hava fingið øgiliga góða hjálp.

Hann fortelur, at bydarfólki í Hvalba hava verið til øgiliga góða hjálp. Tey eru komin við øllum góðum, turrari grind, turrum kjøti og vaflum og breyði. Hann sigur, at tey hava tikið sær væl at hvørjum øðrum, og at tað hevur verið fyrimyndarligt.

Arni Nielsen sigur, at nú eru fólk  farin til familju og vinir, men eru eini 50 fólk eftir í Hvalibar skúla.