Nógv fólk hoyrdu um ferðavinnu í høvuðsstaðnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.04.2018 - 17:14

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Ferðavinna

Nógv fólk í ferðavinnuni vóru komin saman í skálan í Kommunuskúlanum í gjár at hoyra um ferðavinnupolitikkin, sum Tórshavnar kommuna hevur orðað og samtykt.

Borgarstjórin fegnaðist um, at so nógv fólk komu til tiltakið. Hon legði fyri við at siga, at ferðavinnan í Føroyum fer at vaksa. Í løtuni verða Føroyar lýstar í altjóða miðlum og á sosialum miðlum sum eitt ferðamál, sum tú bara mást vitja. Í hesi vikuni vóru Føroyar í CBS News, har matferðavinnan varð lýst við KOKS í oddinum.

- Vit vilja í kommununi verða klár til vøksturin, sum vit vænta. Vit vilja saman við øðrum skipa so fyri, at ferðafólkini leggja nógvan pening eftir sær, og at ferðafólkini eisini koma til Føroya alt árið, segði Annika Olsen, borgarstjóri.

Ein altjóða býur
Tórshavnar kommuna hevur sett sær fyri, at hon vil ganga fremst til tess at gera Havnina til ein altjóða bý. Vit skulu verða sjónligari úti í heimi, vit skulu verða umboðað til fleiri tiltøk úti í heimi, og vit skulu kenna tað sum okkara ábyrgd, at Tórshavnar kommuna skal hava fleiri og varandi sambond við aðrar býir, politikarar og fólk við ávirkan. Tí fer alt, sum hevur við altjóða uppgávur at gera, at fylla meira í Tórshavnar kommunu. Og her er ferðavinnan ein avgjørdur viðleikari, skrivar kommunan.

Borgarstjórin segði í síni framløgu, at Býráðið fer at hugsa ferðavinnuna inn í tær raðfestingar og verkætlanir, sum verða framdar. Alt frá størri hentleikum á ítróttarøkinum, sum skulu lúka altjóða krøv, so vit kunnu hýsa kappingum og til ráðstevnur, sum verða hildnar her hjá okkum.

Jákup Sørensen frá NORA hevði eina gestaframløgu, har hann greiddi frá um ferðavinnu, sum er rættað beinleiðis ímóti tiltøkum. Hann vísti í framløguni á dømi um, hvønn týdning tiltøk kunnu hava fyri ferðavinnuna í einum býi