Nógv fólk til borgarafundir í Sunda kommunu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.03.2018 - 17:21

Tíðindi > Sundalagið

Tvær tær seinastu vikurnar hevur Sunda kommuna verið runt um í bygdunum og haft borgarafundir um uppskotið til ferðavinnupoltikk.

Nógv fólk møttu á fundi og viðmerkingarnar eru allar skrivaðar niður. Eisini eru fleiri, sum hava valt at senda inn skrivligar viðmerkingar til kommununa.

Málið hjá kommununi er, at skapa best møguligu fortreytir fyri, at borgarar og fyritøkur í hesum øki hava hug og dirvi til at bjóða seg fram í hesi skjótt vaksandi vinnu, so hon fer at kasta pening av sær til økið.

Kommunan hevur áhugað í, at fáa viðmerkingar inn. Uppskotið liggur frammi til hoyring inn til fríggjadagin 30. mars 2018.