Nógv innsløg til eystanstevnusetanina í kvøld



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

15.06.2018 - 07:48

Mentan > Mentan > Stevnur & festivalar

Deidre Hansen, ENEKK, Niclas og Lena, Estetiska fimleika liðið Svalan og Nes Sóknar Hornorkestur í kvøld, kl. 18.00 í Løkshøll

Tá Eystanstevnan verður sett, verða nógv ymisk innsløg at uppliva.

Sjálva setanarrøðuna kemur Deirdre Hansen av Glyvrum at flyta fram. Deirdre starvast sum yrkis- og lestrarvegleiðari á Fjarnámi.

Trúfasta hornorkestur okkara, Nes Sóknar musikkfelag, kemur sum so mangan áður at seta ein hátíðarliga dám á setanina. Dúgliga venja tey hvørt mikukvøld undir sera stinnari leiðslu av fryntliga Ken, og ferðast tey javnan út um landoddarnar at framføra. Næsti túrur stendur fyri longu nú í summar, tá Edinburgh fær gleði av at hoyra hornblástur úr Føroyum.

Økið er eisini ríkað við øðrum sera dugnaligum tónleikarum.
Bólkurin Enekk, sum hevur smíðjað fleiri góð løg, trínur á pallin og framføra í samband við setanina, og eisini kemur Lena Andersen, væl akkompagnierað av guitarspælinum hjá Niclasi Johannesen, at syngja nøkur av sínum bestu løgum.

Setanin endar við einari vakrari estetiskari framførslu hjá unga fimleikaliðnum Svalan frá Støkk sum fekk eitt flott 2. pláss til FM.

Í alt einum sera áhugaverd setan við spennandi røðara, estetiskum fimleiki, hugnaligum horntónleiki, og tónleikaframførslum á hægsta føroyska stigi.

Eystanstevnan verður sett fríggjakvøldið, 15. juni í Løkshøll kl 18.00