(Mynd: maersk.com)

Nógv offur í flóttastreyminum úr Libya móti Italia

Ingi Samuelsen

08.05.2017 - 16:46

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

11 flóttafólk eru funnin deyð og næstan 200 eru saknað eftir at tveir bátar fórust í Miðjararhavinum nærhendis Libya hesar seinastu dagarnar.

Fríggjadagin sakk ein stórur uppblástur gummibátur, og 50 fólk vórðu tikin upp av danska bingjuskipinum Aleksander Maersk, upplýsir flóttafólkaskrivstovan hjá ST. Yvir 80 fólk av hesum bátinum eru ikki funnin, verður sagt.

132 fólk vóru í bátinum, tá hann stevndi út frá eini strond í Libya fríggjadagin. Men tey komu í trupulleikar fáa tímar seinni, tá hol kom á bátin.

Italska sjóverjan bað Aleksander Maersk um at fara til økið fyri at taka fólk upp, og sunnudagin kom bingjuskipið til Pozzallo á Sikiloy við fólkunum.

Í dag vórðu 11 lík funnin á Zawiya-strondini í Libya, vestan fyri høvuðsstaðin Tripoli, upplýsir Reyði Krossur.

Í gjár vórðu sjey flóttafólk bjargað av libyskum fiskimonnum tá ein annar bátur sakk út fyri Tripoli.

Ein talsmaður fyri altjóða felagsskapin fyri migrasjón, IOM, sigur, at 120 fólk vóru umborð á tí bátinum.

Næstan tvífalt so nógv fólk hava leita sær móti Evropa úr Libya í ár, sammett við sama tíðarskeið í fjør. Heldur henda gongdin fram, kann roknast við, at ein fjórðings millión fólk koma til Italia á henda hátt í ár, skrivar Ritzau.