Myndin er frá sjósvimjing á Malarenda. Mynd: Tórshavnar kommuna

Nógv spennandi á skránni til Ovastevnu

Steinar Patursson

02.08.2016 - 11:24

Tíðindi > Merkisdagar

Nógv spennandi verður á skránni, tá Ovastevna verður hildin um vikuskiftið 12. til 14. august.

Hetta er 22. árið á rað, at Ovastevna verður hildin, og millum nýggju tiltøkini hesaferð er “Pimp my ride”, har kappast verður um at “pimpa” trillubørur og vísa tær fram.

Eisini verður sjósvimjing á Malarenda, har eisini ber til hjá børnunum at vassa og annars hugna sær.

Og aftur í ár verður eisini skipað fyri svimjing tvørtur um Nólsoyarfjørð. Talan er um tvær kappingar, 4 kilometrar frá Grønadammi úti hjá radioamatørunum Yviri við Strond. Hin teinurin er bara ein kilometur og verður svomin frá einum báti, ið liggur út fyri bygdini. Málið er "Ærisportrið" á keiini.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at fullfíggjaða skráin verður lýst í næstum.