Nógvir HM undankappingardystir í dag og í morgin

Niels Petersen

25.03.2017 - 12:27

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Nógvir HM undankappingardystir eru sum kunnugt á skránni í dag og í morgin, og í Europa verður spælt í bólkunum A, B og H. Í morgin verður spælt í bólkunum C, E og F. Føroyar eru í bólki B, og í kvøld klokkan 17 byrjar okkara dystur í Andorra. Aðrastaðni hevur Danmark truplan dyst á útivølli móti Rumenia og Ongland tekur móti Litava. Hesir verða báðir spældir í annaðkvøld.

Dystarskráin:

Leygardagin 25. mars:
Bólkur A

kl. 17:00 Svøríki - Hvítarussland
kl. 19.45 Bulgaria - Holland
kl. 19:45 Luksemburg - Frakland

Bólkur B
kl. 17:00 Andorra - Føroyar
kl. 17:00 Sveis - Lettland
kl. 19:45 Portugal - Ungarn

Bólkur H
kl. 17:00 Bosnia & Hersegovina - Gibraltar
kl. 17:00 Kýpros - Estland
kl. 19:45 Belgia - Grikkaland

Sunnudagin 26. mars:
Bólkur C

kl. 16:00 Aserbaijan - Týskland
kl. 16:00 San Marino - Kekkia
kl. 18:45 Norðurírland - Noreg

Bólkur E
kl. 16:00 Armenia - Kasakstan
kl. 18:45 Montenegro - Pólland
kl. 18:45 Rumenia - Danmark

Bólkur F
kl. 16:00 Ongland - Litava
kl. 18:45 Malta - Slovakia
kl. 18:45 Skotland - Slovenia