Malene S. er eitt av mongum norskum uppisjóvarskipum í føroyskum sjógvi (Mynd: Jn.fo)

Nógvur aktivitetur í Fuglafirði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Niels Petersen

16.02.2017 - 19:48

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Fiskivinna

Norska uppisjóvarskipið Malene S. landaði til Pelagos í Fuglafirði í morgun. Hetta skrivar Jn.fo
Sambært Jn.fo hevði norska skipið 750 tons av lodnu.

Vertíðin fyri lodnu er júst byrjað, og umframt Malene S., so kom eisini norska Svanaug Elise á Tvøroyri í gjár. Teir høvdu 600 tons.

Umframt Malene S, sum landar lodnu, so landar Jupiter svartkjaft til Havsbrún í Fuglafirði. Eisini eru írsku skipini, Father Mckeey og Brendelen ávegis til Fuglafjarðar við tilsamans 2.600 tonsum av havgølti, sum eisini skulu landast til Havsbrún.