Katla (Mynd: mbl.is)

Nógvur aktivitetur undir gosfjallinum Katlu

Niels Petersen

01.10.2016 - 10:45

Tíðindi > Ísland

Í gjár skrivaði íslendska Morgunblaðið á heimasíðuni, at tað er stórur aktivitetur undir gosfjallinum Katlu sum liggur á suðursíðuni í Íslandi. Heili 260 smærri jarðskjálvtar eru máldir seinasta samdøgrið, og nakrir heilt upp á 3,6 á Richterstiganum.

Katla hevur ein diametur á heili 10 kilometrar, og omaná henni liggur ein ísflaki sum er 3-400 metrar til tjúkdar. Hetta kann blíva ein katastrofa, serliga fyri flogferðsluna, sigur danski Henning Andersen, sum er serfrøðingur innan eldgos.

Eyjafjallajøkull, sum fór at goysa í 2010 lammaði flogferðsluna í eina heila viku, og umleið 110.000 flogferðir blivu avlýstar hesa tíðina.

Fer Katla at goysa, so kunnu vit kanska vænta nógv ógvusligari avleiðingar, tí tá so nógvur ísur og lava blandast saman, blívur tað til eina øðiliga rúgvu av øsku, sum verður sprænd fleiri kilometrar upp í loft.

- Eldur og ísur er ein deyðilig blanding, sigur Henning Andersen. Hann sigur tó, at tað ikki er sikkurt, at Katla fer at goysa nú. Tað kann gott henda seg, at lavastreymurin finnur sprekkur undir jørðini, har hon kann renna víðari.

- Íslendingar eru klárir, um Katla fer at goysa, so har er ongin vandi á ferð hjá teimum. Teir hava verið klárir í umleið 30 ár, sigur Henning Andersen, serfrøðingur.