Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Nógvur makrelur at síggja



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Føroyska Sjómansmissiónin

12.09.2017 - 08:50

Tíðindi >

Tað siga teir umborð á Borgaranum, sum í gjár landaði umleið 800 tons av makreli, sum teir hava fiskað saman við Ametyst.

Makrelin landa teir til Faroe Pelagic í Kollafirði.

Tað gekk bæði skjótt og væl at fáa makrelin og so hevur veðrið eisini verið til vildar. Støddin á makrelinum er góð, tí hon liggur millum 400 og 500 gram.

12 mans eru við Borgaranum. Teir skiftast um at hava landingartørn og tríggir landa hvørja ferð.

Teir vóru blíðir við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð í gjár.