Nógvur roykur er inni í handlinum (Mynd: Sverri Egholm)

Nógvur roykskaði í Bónus

Niels Petersen

06.12.2016 - 20:51

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Myndamaður hjá Portalinum er uppi í Hoyvík og dokumenterar frá eldsbrunanum í Bónus handlinum, og sum tit síggja á myndini, so er nógvur roykur inni í handlinum, og tað merkir helst, at nógvar, um ikki allar vørurnar mugu takast av hyllunum, og beinast burtur.

Hetta er tó ikki váttað, tí sløkkiliðsmenninir eru enn til arbeiðis inni í handlinum, fyri at tryggja at allur eldurin er bastur.

Sum vit skrivaðu í undanfarnu greinini, so er ongin persónskaði, tí øll varnaðust roykin somikið skjótt, og sluppu sær í skundi út.

Orsøkina til eldsbrunan vita vit ikki nakað ítøkiligt um enn heldur. Men vit fylgja við, hvat gongur fyri seg uppi í Hoyvík.