Í Cape Town er ógvusligt trot á reinum vatni (Mynd: EPA)

Nógvir stórbýir við stórum vatntrupulleikum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.02.2018 - 15:26

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Í suðurafrikanska stórbýnum Cape Town telja tey nú dagarnar niður móti ”Degi null”, tá onki vatn er eftir í býnum.

Støðan er álvarslig. Vatnið er skamtað, og nú berast tíðindi um, hvussu vatn verður stolið, hamstrað og børsað. Seinast var, at tjóvar høvdu stolið vatngoymslurnar í kjallaranum í tjóðartinginum.

Men Cape Town er ikki einasti stórbýur við vatntrupulleikum. BBC skrivar um eina kanning frá 2014, sum vísir at yvir ein milliard fólk ikki hava atgongd til rennandi vatn, og at 2,7 milliardir fólk hava trupulleikar við drekkivatninum minst ein mánaða um árið.

Og ST ávarar um, at eftirspurningurin eftir drekkivatni verður 40 prosent størri enn útboðið longu áðrenn 2030.

Ikki óvæntað er tað teir stóru býirnir, sum hava størstu trupulleikarnar við vatnveitingini. Í felstu førum er tað dálkað vatn, ið er stóri trupulleikin.

Fimm stórbýir við vatntrupulleikum
Brasilski milliónabýurin São Paulo var í somu støðu sum Cape Town í 2015. Vatngoymslurnar vóru komnar niður á 4 prosent, og talan var um bert fáa dagar áðrenn tær 20 milliónirnar í býnum lógu í vatnloysi. Krappan varð loyst í 2016, tá regn bjargaði goymslunum.

Í Bangalore í Inddia, landsins kt-høvuðsstaði, sum er í stórum vøkstri, eru eisini trupulleikar við vatninum. Vatnveitingin er gomul, og kanningar vísa, at vatn úr kloakkunum verður blandað við drekkivatnið í stórum pørtum av býnum, sum hevur 12 milliónir íbúgvar.

Kinesiski høvuðsstaðurin, Beijing, hevur eisini stórar trupulleikar við dálking av bæði vatni og luft. Ein kanning í 2015 vísti, at 40 prosent av omanávatninum er so dálkað, at tað ikki eingang kundi brúkast í landbúnaðinum ella ídnaðinum. Í Beijing búgva 20 milliónir fólk, sum í útgangsstøði ikki hava nóg mikið av vatni.

Kairo í Egyptalandi hevur fingið vatnið úr Nilánni síðan faraoarnir ráddu fyri borgum. Men vatnið í Nílá er nú so dálkað, at tað hóttir vatnveitingina. Egyptar óttast byrgingar uppi í Etiopia, sum kunnu lækka vatnstøðuna í ánni, og lág vatnstøða gevur størri dálking. ST óttast, at Kairo kemur í álvarsligar vatntrupulleikar innan 2025.

Meksiko býur hevur havt vatnveiting gjøgnum kanalir, sum atzekarnir bygdu í søguligari tíð. Men teir 20 milliónir íbúgvarnir hava nú trupulleikar, og býurin má innflyta dekkivatn. 20 prosent av íbúgvunum kunnu ikki rokna við reinum vatni.