(Vevmynd: landsverk)

Nógvur vindur í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

11.10.2017 - 09:07

Tíðindi > Veðrið

Fitt av vindi er framvegis kring oyggjarnar í morgun. Sum lesararnir á Portalinum hava varnast, er guli listin við ávaringum frá Landsverki ovast á síðuni langur í morgun, og nógvar av veðurstøðunum boða frá vindi oman fyri 30 metrar um sekundið – á Norðradalsskarði enntá oman fyri 40 m/s.

Strandferðslan boðar eisini frá avlýsingum í morgun. Ternan, ið røkir siglingina um Nólsoyarfjørð hevur, sambært ssl.fo, avlýst túrin av Havnini nú kl. 09.30 og úr Nólsoy kl. 10.30.

Eisini Teistin, ið røkir Skopunarfjørð, avlýsir túrin av Gomlurætt klokkan 11.15. Men hetta er orsaka av trygdararbeiði. Ístaðin verður siglt kl. 12.00.

Sambært dmi.dk verður fitt av vindi í allan dag - hann minkar vindin út móti kvøldinum.