(Savnsmynd: Sverri Egholm)

Nógvur vindur, men ongin skaði fráboðaður enn

Ingi Samuelsen

07.12.2017 - 06:44

Tíðindi > Veðrið

Enn hevur løgreglan ikki havt eykaarbeiði orsaka av ringa veðrinum, sum herjar um okkara leiðir í løtuni. Tað tykist sum stormurin ikki rættiliga hevur rakt Føroyar av álvara enn.

Løgreglan hevði í morgun nakað fyri klokkan hálvgun sjey onga fráboðan um vind fingið. Einasta, ið varð skrivað í samdøgursfrágreiðingina var ein fráboðan um at ein av hæddarbummunum í Kollafjarðartunnlinum hekk skeivur, møguliga er hetta hent orsaka av vindi.

Veðurstovurnar hjá Landsverki boða annars frá nógvum vindi nú. Um Gjáarskarð er upp í 51 metrar um sekundið í hvirlunum, á Norðradalsskarði upp í 47 og á Heltnini upp í 46 metrar um sekundið – eisini er hált.

Strandferðslan boðaði long í gjárkvøldið frá, at Smyril ikki sigldi fyrsta túrin av Krambatanga í morgun og so eru eisini flestu av bygdaleiðunum avlýstar. Hetta er galdandi fyri leiðirnar 100, 101, 300, 410, 200, 400, 401, 440, 442, 481, 485, 500, 504, 700 og 701.

Sambært norsku Yr-veðurstovuni skal norðanvindurin við avfalli vaksa fyrrapartin fram til klokkan 10-11 fyri síðan at minka spakuliga aftur.