Nógvur vindur og møguliga kavi í morgin

Sverri Egholm

11.01.2017 - 21:48

Tíðindi > Veðrið

Vit hava nógvan vind í kvøld og tað hevur verið sera kalt í allan dag.

Sama søgan verður í morgin, og sambært veðurstovunum kunnu vit vænta meira vind og møguliga kava.

Í kvøld hvassur vindur, 18 til 23 m/s av vestri og útnyrðingi. Hvirlur upp í stormstyrki, 25 m/s. Regn, og møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin verður millum frostmarkið og 3 stig. Í nátt minkar vindurin, 13 til 18 metrar um sekundið av norði og útnyrðingi og tað verður kaldari, millum frostmarkið og 2 kuldastig.

Í morgin hósdag skrið av útnyrðingi og norði, 15 til 20 m/s. Út á dagin og kvøldið hvassur vindur, 23 m/s, men við hvirlum upp í stormstyrki. Skýggjað við kava ella vátaslettingi. Hitin verður millum 1 kuldastig og 3 stig.

Fríggjadagin verður minni vindur, men veðurstovurnar boða frá møguligum kava. Um hann kemur, verður hann ikki liggjandi leingi, tí leygardagin verður tó lýggjari aftur.

Meira um veðrið her